Hóast málið hjá Juliu Naomi Mortensen í fyrra hálvleiki gjørdist hitt einasta, so var sigurin á Gibraltar sannførandi


Tað var eitt væl skipað og væl spælandi føroyskt kvinnulandslið, sum í dag vitjaði Victoria Stadium á Gibraltar. Frá fyrsta bríksli vóru Føroyar leikliga omaná og stýrdu so at siga øllum frá byrjan til enda. Mótstøðuliðið í dag var á einum heilt øðrum stigi enn tey, sum føroysku kvinnurnar annars spæla undankappingardystir ímóti, og tað var tí ein heldur óvand støða hjá føroyingum at átaka sær leiklutin sum spælstýrandi. 

Tað eydnaðist tó heilt væl, og hóast tað sjáldan bleiv til stórar málmøguleikar, so høvdu kvinnurnar tamarhald á støðuni alla tíðina. Tað var tí eisini fult uppiborið, tá Julia Naomi Mortensen eftir eitt knapt korter skoraði sítt fyrsta A-landsliðsmál, sum samstundis eisini gjørdist sigursmálið í dystinum. Niðanfyri kanst tú hoyra Juliu lýsa dystargongdina og málið, sum altso tryggjaði okkum ársins fyrsta landsliðssigur.

Venjingarlegan hjá kvinnulandsliðnum er nú av, og næsta uppgávan á skránni verður í HM undankappingini, tá Føroyar í apríl skulu til Budapest at spæla móti Ungarn.

Niðanfyri eru myndir frá dystinum millum Gibraltar og Føroyar, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.