Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Heðin á Lakjuni, sum hevur spælt omanfyri 400 dystir í fremstu deildini, og skorað 100 mál. Hann hevur eisini vunnið greipuna við trimum ymiskum feløgum

Heðin á Lakjuni hevur fingið fótbóltsuppvøksturin á plenini við Djúpumýru í Klaksvík, og hevur eisini spælt fyri tað mesta við KÍ. Men hann hevur eisini roynt seg í B36, HB og í NSÍ, og sum vit vita um, so er hann einasti spælarin í føroyskum fótbólti, sum hevur vunnið greipuna við trimum ymiskum feløgum.

 

Styrkirnar hjá Heðini vóru uttan iva hansara ferð, og síðani 1995, tá hann spældi fyrsta dystin í bestu deildini, hevur hann runnið mangar verjur um koll, og fram til 2015 gjørdist talan um 417 dystir, og 100 mál. Harafturat hevur Heðin á Lakjuni spælt 16 landsdystir og skotið eitt mál fyri Føroyar.

 

– Í tiltikna dystinum móti Maccabi Haifa blivu Jóhann Lutzen og eg útskiftir í hálvleikinum. Inn komu Olgar og Arnold, og vit hava mangan kjakast um, hvør kom inn fyri hvønn. Men eg haldi, at Olgar kom inn fyri Jóhann, fortelur Heðin á Lakjuni við einum stórum smíli.

 

Øll samrøðan við Heðin á Lakjuni kann síggjast her…