A-landsliðið við kvinnum var greitt omaná í vinardystinum móti Andorra, sum endaði við føroyskum 3-1 sigri


Tað gjørdist ein góður dagur við Djúpumýru, tá kvinnulandsliðið í dag tók ímóti Andorra í fyrra vinardystinum í hesum umfarinum. Føroyska liðið var leikliga omaná frá byrjan og kom til fleiri góðar málmøguleikar, áðrenn tað bragdaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Mona Rasmusdóttir skoraði sítt fyrsta landsliðsmál og legði Føroyar á odda.

Løtu seinni økti Jensa Tórolvsdóttir til 2-0, áðrenn Andorra beint fyri hálvleik minkaði um munin. Í seinna hálvleiki varð føroyski sigurin staðfestur, tá Heidi Sevdal skoraði sítt 22. mál fyri Føroyar.

Talan var sum heild um ein uppibornan sigur og lagið var eisini sera gott í landsliðsleguni eftir dystin.

– Tað kendist gott á vøllinum í dag. Vit vóru leikliga omaná, megnaðu at skapa nógvar góðar møguleikar og tað er altíð stuttligt at skora mál. Nú ræður tað so eisini um at arbeiða víðari og byggja uppá til týskvøldið, tá vit aftur skulu spæla ímóti teimum, sigur Rakul Maria Johannesen.

Føroyar og Andorra spæla ein vinardyst afturat týskvøldið, og tá verður Tórsvøllur karmur um dystin. Skipað verður fyri minikapping og fjepparatiltaki undan dystinum – tilmelding og atgongumerkjasøla er at finna í nethandlinum hjá FSF.

Niðanfyri eru myndir frá dystinum, sum Olena Goffe hevur tikið.