Hóast føroysku genturnar kundu lagt seg á odda í fyrra hálvleiki og harumframt hildu slovakum frá at skora fyri steðgin, so endaði fyrsti dysturin við tryggum 3-0 sigri til heimaliðið


Tað var eitt væl fyrireikað føroyskt U17 landslið, sum í dag setti hol á EM undankappingina í Slovakia. Tað gekk eisini væl í fyrra hálvleiki, sum endaði málleysur. Hóast Slovakia lá framvið fleiri ferðir, so kundu Føroyar í roynd og veru tað sama verið á odda í hálvleikinum, men liðini máttu semjast um 0-0 í steðginum. Tíðliga í seinna hálvleiki fingu vertirinir hol á, og upp á góðar 20 minuttir megnaðu tær at skora heili tríggjar ferðir, soleiðis at Slovakia at enda vann dystin 3-0.

– Vit klára at standa ímóti allan fyrra hálvleik og hava enntá tann størsta møguleikan fyri steðgin. Við tí í huga, so er kennist tað sum ov nógv, at dysturin endaði 3-0 til Slovakia, sigur Pauli Poulsen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum. 

Landsliðsvenjarin er tó nøgdur við stórar partar av dystinum, har føroyska liðið spældi eftir ætlanini. 

– Vit vóru væl fyrireikaði og høvdu lagt eina ætlan fyri okkara verjuspæl og umstillingar, har vit vildu finna pláss, tá vit høvdu bóltin. Í stórum pørtum av dystinum megnaðu vit eisini at halda Slovakia frá málmøguleikum, men vit góvu teimum ov nógv hornaspørk. Tá vit fingu bóltin, var gott pláss at spæla, men vit megnaðu ikki nóg væl at varðveita bóltin, so tað kunnu vit taka við okkum at byggja víðari upp á, sigur Pauli Poulsen. 

Føroysku genturnar hava nú nakrar dagar til at koma fyri og fyrireika seg til seinna dystin í undankappingini – hann verður hósdagin og er ímóti Ísrael.