Fyrstu venjingarnar eru lagdar væl afturum, og spenningurin økist nú undan dystinum móti Ukraina


Kvinnulandsliðið er í hesum døgum savnað til teir báðar seinastu dystirnar í undankappingini til HM. Mótstøðuliðini hesaferð eru Ukraina og Skotland, sum í løtuni liggja á ávíkavist fjórða og øðrum plássi í bólki B.

Talan er um tvey sterk mótstøðulið, sum komandi dagarnar vitja á Tórsvølli, og í føroysku leguni snúgva venjingarnar seg sjálvsagt um fyrireiking til uppgávuna, sum fríggjakvøldið eitur Ukraina.

– Vit kenna sjálvandi ukrainska liðið frá útidystinum móti teimum í oktober. Tær hava nógvar sterkar og dugnaligar spælarar, og tær spæla við høgari ferð og nógvari orku, men vit eisini á vøllin fyri at kunna skapa nakað frameftir, sigur Birita Ryan við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

Ungi miðverjin, sum royndi seg sum landsliðsskipari á fyrsta sinni í vinardystunum í juni, letur væl at støðuni og lagnum í hópinum undan dystunum.

– Vit hava havt nakrar góðar venjingar hesar fyrstu dagarnar, og sum heild kenna vit okkum sera væl. Nú venja vit nakrar ferðir afturat og so gleða vit okkum bara ótrúliga nógv til at sleppa á vøllin fríggjakvøldið, sigur Birita Ryan.

Seinnapartin í dag skipar landsliðið fyri U9 venjing á Tórsvølli, har heili 150 gentur og dreingir úr átta ymiskum feløgum eru tilmeldaði, og fríggjakvøldið kl. 18.00 taka kvinnurnar móti Ukraina á Tórsvølli. Til ber framvegis at keypa atgongumerki og melda til fjepparatiltak undan dystinum á https://www.fsf.fo/nethandil/.

Niðanfyri eru myndir frá fyrstu venjingunum, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.