Tað byrjaði væl á A. Le Coq Arena í Tallinn, men tá avtornaði vann Estland 4-1. Eitt tap, ið gjørdist óneyðuga stórt, í einum dysti, har føroyska avrikið samanumtikið var gott
——————
Úrslitið lýgur ongantíð, men kortini loyvir yvirritaði sær at ivast í, um tapið fyri Estlandi leygardagin ikki gjørdist heldur stórt, samanborið við dystargongdina.
Føroyar komu á odda tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Hanus Sørensen legði inn fyri úr vinstru, og við handaru stong kom Petur Knudsen at standa væl fyri, og ótarnaður kundi runavíkingurin seta bóltin í netið.
Lítla løtu seinni var aftur vandi á ferð framman fyri estlendska málið, men bólturin fór út til horna, og so spurdist ikki meira burturúr.
Í staðin javnaðu heimamenninir beint fyri steðgin, og tá fimm minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki kom Estland á odda 2-1.
Føroyar løgdu nú nógv fyri, og sótu á meginpartin av spælinum. Men estlendska verjan stóð væl, og í roynd og veru gjørdist talan ongantíð um nakran stóran málmøguleika.
Hinvegin høvdu estar neyðugu eydnuna við sær, og síðstu løtuna øktu teir til bæði 3-1 og 4-1, áðrenn litaviski dómarin floytaði av.
Føroyska liðið var merkt av nógvum broytingum, men samanumtikið spældu allir ein góðan dyst, og sum heild var føroyska avrikið á A. Le Coq Arena hetta leygarkvøldið í juni góðtikið.
Týsdagin spæla Føroyar aftur, tá Lettland tekur ímóti í Liepaja. Í dystinum millum Litava og Lettland, vunnu litavar 2-0.
Myndir: Hans Erik Danielsen