Tað var ongantíð nakar ivi, hvønn veg sigurin skuldi fara, og tá avtornaði vann føroyska kvinnulandsliðið ein sannførandi 4-0 sigur á Andorra. Málini skoraðu Jensa Tórolvsdóttir, Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen og Tórunn Joensen
——————
– Hetta var ein fantastiskur arbeiðssigur, og eisini hugaligt at síggja, at tær, sum verða innskiftar, veruliga gera mun á liðnum. Eisini deiligt at síggja, at vit megna at gera arbeiðið liðugt, ið vit høvdu sett okkum fyri.
Tað sigur A-landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Signe Pries Andersen, við heimasíðuna hjá FSF, eftir at Føroyar høvdu vunnið ein trivaligan og sannførandi 4-0 sigur á útivølli ímóti Andorra.
Jensa Tórolvsdóttir legði fyri, tá hon við einum góðum skoti í 19. minutti gjørdi tað til 1-0, og bara tveir minuttir seinni økti Eyðvør Klakstein um føroysku leiðsluna.
Eftir steðgin hildu okkara kvinnur fram við ágangandi spælinum, og fult í tráð við leikgongdina skoraði Ásla Johannesen til 3-0 tá seinni hálvleikur var hálvrunnin.
3-0 sá eisini út til at gerast úrslitið av EM-undankappingardystinum á Andorra La Vella stadion. Men Tórunn Joensen vildi eisini sleppa á máltalvuna, og tað eydnaðist, tá hon við einum góðum frísparki langt inni í yvirtíðini sló 4-0 sigurin fastan.
Samstundis sum Føroyar dystaðust við Andorra, tók Montenegro ímóti Grikkalandi. Undan dystinum høvdu grikkar 13 stig, meðan Montenegro hevði 10. Og við einum teprum 3-2 sigri eydnaðist tað Grikkalandi at halda fast í oddasessinum í bólki C3.
Grikkaland vann bólkin við 16 stigum, Montenegro bleiv nummar 2 við 10 stigum, Føroyar gjørdust nummar 3 við 9 stigum, og aftast var Andorra við ongum stigi.
Samanumtikið kann sigast, at okkara kvinnur – eftir eina heldur trilvandi byrjan upp á EM-undankapingina – at enda funnu stevið, men gjørdust tíverri ov stuttar til víðari luttøku í kappingini.
Næst á skránni hjá føroyska kvinnulandsliðnum er Baltic Cup, sum eftir ætlan verður í oktober mánað.
Myndir: Jakoba Svensdóttir