Føroyska verjan stóð framúr væl, men tá eitt lítið korter var eftir at spæla fingu kekkar brotsspark, ið Tomas Soucek setti í netið, ið samstundis tryggjaði Kekkia ein tepran 1-0 sigur

——————

Hepnið var ikki við føroyska manslandsliðnum á Doosan Arena í Plzen í Kekkia sunnukvøldið. Okkara menn stríddust framúr væl, og sjálvt um trýstið frá kekkum til tíðir var øgiligt, millum annað høvdu teir tvey skot á stongina í fyrra hálvleiki, so megnaðu vit alla tíðina at standa ímóti.

Men tá 76 minuttir vóru spældir, fingu teir omanfyri 9.000 áskoðararnir á stadion okkurt at fegnast yvir. Bólturin kom í hondina á einum føroyingi inni í brotsteiginum, og norski dómarin var ikki í iva: Brotsspark til Kekkia.

Tomas Soucek, ið hevur sína dagligu gongd í West Ham, varð settur at skjóta, og stóra stjørnan hjá kekkum sveik ikki. 1-0 til heimaliðið, ið samstundis tryggjaði teimum ein tepran, men eisini týdningarmiklan sigur, um teimum skal eydnast at vinna seg víðari til EM-endaspælið komandi ár.

Eftir málið kom føroyska liðið fram til onkrar góðar støður, men tíverri spurdist einki burtur úr, og aftaná dystin kundu okkara menn iðra seg. Tí aftur hesaferð var talan um eitt góðkent føroyskt avrik, men tá avtornaði væntaði seinasti neyvleikin.

Í hinum dystinum í bólkinum spældu Pólland og Moldova javnleik 1-1. Albania er fremst við 13 stigum, Kekkia hevur 11 stig, Pólland 10, Moldova hevur 9 stig, meðan Føroyar hava 1 stig.

Um eina mánað, hósdagin 16. november skulu okkara menn á vøllin aftur, tá Noreg tekur ímóti í venjingardysti í Oslo. Seinasti dysturin í hesari undankappingini verður á útivølli móti Albania mánadagin 20. november.

Myndir: Hans Erik Danielsen