Tveir sigrar, 2. plássið í bólkinum og nógvur lærdómur er úrtøkan hjá U17 gentunum eftir EM undankappingina á hesum sinni


– Genturnar hava verið hugagóðar og arbeiðssamar. Vit hava lært nógv av hesum dystunum og vit síggja eisini nógv aftur av tí, sum vit hava brúkt orku upp á til venjing. Soleiðis tekur Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari saman um EM undankappingina hjá U17 landsliðnum við gentum í Litava farnu vikuna.

Føroyar løgdu fyri við einum søtum sigri móti litavsku vertunum í fyrsta dystinum, og hóast endaliga úrslitið 2-1 kundi givið ábendingar um ein javnan og spennandi dyst, so vóru føroysku genturnar greitt omaná.

– Vit vunnu 2-1, men sigurin kundi avgjørt verið størri. Vit vóru væl betri enn tær, betri skipaðar og betri á bóltinum, sigur landsliðsvenjarin um sigurin í fyrsta dystinum.

Mál til Føroyar! Mynd: Luko Bartkaus nuotr.

Tríggjar dagar seinni spældu føroysku genturnar móti Moldova, sum frammanundan var lægst styrkismetta liðið í bólkinum. Og talan gjørdist eisini um ein trivaligan føroyskan sigur.

– Móti Moldova var ongin ivi um, hvat betra liðið var. Vit vunnu 6-0 og komu eisini til fleiri stórar málmøguleikar. Spælskipanin riggaði væl, vit pressaðu tær høgt og gjørdu okkum dælt av, at hinar vóru illa skipaðar, greiðir Eyðvør Jakobsen frá.

Føroyski hópurin eftir stórsigurin móti Moldova. Mynd: Jan Djurhuus

Triði og seinasti dysturin var tí eisini eitt slag av finalu um fyrsta plássið í bólki B1. Mótstøðulandið Grikkaland var júst flutt niður úr A deildini og hevði frammanundan eisini vunnið stórt á bæði Litava og Moldova. Og hesaferð vóru føroysku genturnar eisini við undirlutan.

– Grikkarnir vóru betri enn vit á bóltinum og tær spældu sera skjótt. Vit føldu beinavegin, at tær vóru skjótar á okkum, og vit ikki høvdu nógva tíð á bóltinum. Í fyrra hálvleiki høvdu vit eisini ov nógva virðing fyri teimum, men eftir steðgin vóru vit grammari og komu í fleiri nærdystir, sigur landsliðsvenjarin um dystin, sum endaði 2-0 til Grikkaland eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

Málini í teimum trimum dystunum:
Litava – Føroyar
0-1 Fríða Magnusardóttir Jakobsen, 21′
0-2 Eydna Dalheim Olsen, 30′
1-2 Patricja Penkauskaité, 84′

Føroyar – Moldova
1-0 Lea Tórarenni Johannesen, 12′
2-0 Eydna Dalheim Olsen, 13′
3-0 Helga Mikkelsen, 55′
4-0: Súsanna Laksáfoss Godtfred, 67′
5-0: sjálvmál, 71′
6-0 Helga Mikkelsen, 74′

Føroyar – Grikkaland
0-1 Argyro Fakinou, 21′
0-2 Michaela Gianni, 90+3

Niðanfyri sæst myndarøð frá dystinum millum Føroyar og Litava – myndirnar eru frá litavska fótbóltssambandinum.