Armarnir í landsliðsleguni eru komnir niður aftur eftir sigurin í hálvfinaluni, og nú leggur landsliðið seinastu hond á fyrireikingarnar til finaluna móti Litava í morgin


Tað stendur á jøvnum millum tær, og báðar seta met, hvørja ferð tær fara á vøllin fyri Føroyar. Finalan í Baltic Cup í morgin verður dystur nummar 60 hjá Heidi Sevdal og Olgu Kristinu Hansen fyri A-landsliðið, og tær síggja fram til dystin við stórum spenningi.

– Tað er altíð ein serlig kensla at spæla fyri landsliðið, og hesaferð er spenningurin onkursvegna serligur, tí talan er um eina finalu, so vit eru ordiliga spentar og gleða okkum nógv til uppgávuna, sigur Heidi Sevdal.

Saman við Olgu Kristinu Hansen og Jensu K. Tórolvsdóttir mannaði hon føroyska miðvøllin í dystinum móti Estlandi, og dagarnir í Litava hava givið hópinum góðar møguleikar fyri at leggja spælið til rættis og samanspæla liðið.

Hálvfinalan móti Estlandi gjørdist so spennandi, at liðini máttu í brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara, og sigurskenslan hevur verið sera góð fyri hópin, heldur Olga Kristina Hansen.

– Sjálvandi er tað stuttligt at vinna, og vit hava eisini havt gott av sigurskensluni, men armarnir eru eisini komnir niður aftur nú, og vit hava fult fokus á dystin móti Litava.

– Samstundis sum tað er ein finala, so snýr tað seg eisini um hjá okkum og venjarunum at royna ymiskt og arbeiða við samanspælinum, so vit taka uppgávuna í størsta álvara og gleða okkum til at sleppa á vøllin, sigur Olga Kristina Hansen.

Finalan í Baltic Cup millum Føroyar og vertstjóðina Litava verður spæld á Alytus Stadium í morgin, sunnudagin kl. 12.00 føroyska tíð. Dysturin kann stroymast her.

Myndir: Bjarni Enghamar