Í morgin fara føroysku kvinnurnar á vøllin til vinardyst móti Gibraltar í fyrsta innanhýsis dystinum millum kvinnulandsliðnini hjá Føroyum og Gibraltar
Í dag hevur A-landsliðið við kvinnum verið á venjingarvøllinum í Marbella fyri seinastu ferð í hesum umfarinum. Nú restar bert ein spennandi dystur móti Gibraltar í morgin. Gibraltar hevur higartil ikki luttikið í undankappingum til EM og HM, og tí er trupult at meta nágreiniliga um styrkina á liðnum, men í føroyska hópinum síggja spælararnir fram til dystin við stórum spenningi.
– Vit kenna ikki so nógv til hetta mótstøðuliðið, men vit fyrireika okkum til ein dyst, har vit vónandi fara at vera meira á bóltinum, enn tá vit spæla móti teimum størru londunum. Tað verður spennandi hjá okkum at royna tað, og vit gleða okkum ótrúliga nógv til uppgávuna, sigur Olga Kristina Hansen, sum er millum royndastu leikararnar á føroyska liðnum.
Hópurin til dystin móti Gibraltar er tann sami sum hósdagin móti Norðurírlandi, undantikið Jensu K. Tórvolvsdóttir, sum er farin heim vegna skúlaarbeiði.
Dysturin millum Gibraltar og Føroyar verður spældur á Victoria Stadium kl. 12.30 føroyska tíð, og hann kann stroymast beinleiðis her.
Niðanfyri eru myndir frá dagsins venjing, sum Bjarni Enghamar hevur tikið.