MYNDIR: Fleiri enn hálvthundrað luttakarar vóru til Impulsskeiðið við Glenn Riddersholm, og fyrrverandi DM vinnarin hevði eisini nógv sera áhugavert at bera fram

– Skeiðið við Glenn Riddersholm eydnaðist sera væl, og eg haldi eisini at allir lutakararnir vóru nøgdir. Tað er eisini rættuliga hugaligt fyri okkum, at ein fyrrverandi DM vinnari hevur hug at koma hendan vegin, og lata vitan frá sær. Vónandi fáa vit fleiri av hesum, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.

 

Fríggjadagin 27. apríl hevði Fótbóltssamband Føroya forkunnuga vitjan av Glenn Riddersholm. Fyri nøkur ljóðar hetta ikki av tí heilt stóra, men talan er um fyrrverandi Superliga venjaran hjá AGF og FC Midtjyllandi, sum hann í 2015 førdi til danska meistaraheitið.

 

Har afturat hevur Riddersholm eisini verið venjari hjá fleiri av ungdómslandsliðunum hjá Danmark.

 

– Tað er eingin ivi um, at her var talan um ein sera royndan venjara, ið hevði nógv áhugavert og skilagott at bera fram. Til sovorðin skeið ræður tí um at taka til sín, og royna at gera brúka av tí, ið skeiðshaldarin hevði at fortelja, tí tað kunnu vit heilt sikkurt gera brúka av, sigur Pætur Clementsen við fsf.fo.

 

Impulsskeiðið við Riddersholm gav venjarum við A- og B-venjaraprógvi 7 impulstímar. Fleiri myndir frá skeiðnum kunnu síggjast her: Glenn Riddersholm / Impulsskeið