Stórt fjepparatiltak verður á Tórsvølli í sambandi við landsdystin hjá kvinnum ímóti Turkalandi. Fjeppararnir fáa ókeypis bæði at eta og drekka, tá avgjørt verður, um Føroyar spæla seg víðari
Tað verður gjørt nógv burturúr. Øgiliga nógv. Tá føroysku kvinnurnar bresta saman við Turkalandi týsdagin klokkan 13:00, hevur føroyskur fótbóltur søguligan møguleika at vinna seg víðari. Og fyri fjeppararnar verður nógv gjørt burturúr, so eingin eigur at seta seg aftur.
– Nú eru vit komin so langt, og tí hava vit saman við góðum stuðlum avrátt, at tað skal gerast nógv fyri, at fólk koma á Tórsvøll. Vit vilja geva eitt tllboð ókeypis til alla familjuna. So fáa kvinnurnar tann stuðulin, tær so avgjørt hava uppiborið, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.
Atlantic Airways, Føroya Tele, Bakkafrost og Betri bjóða saman við Føroya Bjór og MBM ókeypis kakao og bollar, laksarættir og sodavatn. Umframt tað vera kappingar á skránni, har áskoðararnir hava møguleika at vinna ein flogferðaseðil og landsliðsblusur. Harafturat skipar Skansin fyri andlitsmáling.
Tiltakið er ókeypis og byrjar klokkan 12:15.
Roknað verður við góðum líkindum undir taki á Tórsvølli, og roknað verður við fitt av fólki. Avmarkað mongd av mati og drekka verður at fáa, og tískil ræður um at møta í so góðari tíð sum gjørlligt.
Koyr á, Føroyar!