Lutakast um, hvussu spælast skal í EM-undankappingunum fyri U17 og U19-landsliðini við gentum komandi ár, hevur verið. Føroysku liðini skulu til Írland og Finnland at kappast
Nú er greitt, hvussu føroysku U17 og U19-landsliðini við gentum skulu spæla í undankappingunum til EM, sum verða komandi ár.

Lutakastið hevur verið í Nyon í Sveis, og har háttaði tað seg soleiðis, at U17-liðið skal til Írland, meðan undankappingin hjá U19-gentunum verður í Finnlandi.

U17-genturnar eru komnar í bólk 10 saman við Hvítarusslandi, Íslandi og vertunum úr Írlandi. Kappingin verður í døgunum 26. til 31. oktober 2016.

Fyri U19-landsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at føroyska liðið er komið í bólk 6 saman við Íslandi, Kasakstan og Finnlandi, ið verður vertur fyri kappingini. EM-undankappingin hjá føroyska U19-liðnum verður spæld frá 15. til 20. september komandi ár.