Nú er geritt, hvørjum londum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í komandi EM-undankappingum, sum vera í Albania og Belgia í oktober og november mánað

——————

Sigast má, at avbjóðingarnar hjá ávikavist U17- og U19-landsliðunum við gentum til komandi EM-undankappingar, sum eru á skránni í heyst, eru rættiliga ymiskar.

Men hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at U19-genturnar fyrr í ár vunnu seg upp í hægra styrkisbólkin, deild A, eftir tveir góðar sigrar á Malta og Armenia.

Lutakastini til kappingarnar í oktober og november hava nú verið, og har háttaði tað seg soleiðis, at U17-genturnar komu í bólk saman við Wales, Albania og Kasakstan. Kappingin verður í Albania frá 22. november til 1. desember.

U19-genturnar komu í bólk saman við Belgia, Hollandi og Írlandi. Kappingin verður í Belgia frá 23. oktober til 1. november.

———

Greinin er rættað 7. juli 2023