Føroysku U19-genturnar taptu seinasta dystin í EM-undankappingini í Bosnia/Hersigovina. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til vertirnar
– Vit eru sjálvandi ikki nøgd við, at vit taptu allar dystirnar. Men vit vistu frammanundan, at hetta lutakastið var ikki serliga gott, og at vit fóru at fáa harða mótstøðu í hesari kappingini, sigur John Petersen, ið saman við Ingun Hansen stendur á odda fyri føroyska U19-landsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur verið til EM-undankapping í Bosnia/Hersigovina.

Fyrsti dysturin endaði við 4-1 sigri til Kekkia, og síðani taptu føroysku genturnar 7-0 fyri Fraklandi. Sunnudagin var mótstøðuliðið Bosnia/Hersigovina, og tá gjørdist úrslitið ein tepur 1-0 sigur til vertirnar.

– Bosnia var leikliga væl betri enn vit í fyrra hálvleiki, men komu ikki til teir heilt stóru málmøguleikarnar. Men so fáa tær eitt mál eftir umstilling, har vit annars hava verið í álopi. Í seinna hálvleiki eru vit nógv betur við, og vit spæla eisini heilt væl í løtum. Men vit tóku ikki av, og so taptu vit 1-0.

– Seinasta inntrykkið er kortini oftani tað, ið man minnist best, og síðstu 45 minuttirnar sá heilt gott út. Genturnar royndu í øllum førum alt tað, sum tær vóru mentar – og eitt sindur afturat. Men eftir standa trý tap, og tað er ongantíð gott, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.

Í dystinum um fremsta plássið í bólkinum hittust Frakland og Kekkia. Og her lótu fronsku genturnar ongan iva verða um, hvat lið var best í kappingini. Úrslitið gjørdist 6-0 til Frakland.

Endaliga støðan
Frakland, 9 stig
Kekkia, 6 stig
Bosnia/Hersigovina, 3 stig
Føroyar, 0 stig

Føroyska liðið ímóti Bosnia/Hersigovina:
1. Anna S. Hansen (GK), 2. Durita Hummeland, 3. Hjørdis Rasmusdóttir (18. Durita Mikkelsen, 78’), 6. Elisabeth Vang (4. Bjørt Holm, 90’), 7. Milja Simonsen, 8. Gudny Johannessen, 10. Hervør Olsen, 11. Kára Djurhuus, 14. Jónvá Hentze, 15. Lív Arge og 17. Arnborg Lervig (C).

Á beinkinum:
12. Annika Dam (GK), 5. Gudrid Thomsen, 9. Ása á Reynatúgvu, 13. Lisa Joensen og Sólrun Thomsen.

Venjarar:
John Petersen og Ingun Hansen.