Føroyska U19-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini í Bosnia. Mótstøðuliðið var Kekkia, og úrslitið gjørdist 4-1 til kekkisku genturnar
– Eg eri væl nøgdur við innsatsin og hugburðin hjá okkara gentum. Men vit mugu eisini bara viðurkenna, at vit taptu fyri einum betri liði í dag, sigur John Petersen, venjari hjá føroyska U19-landsliðnum við gentum.

Føroysku U19-genturnar, sum í hesum døgum taka lut í EM-undankapping í Bosnia, taptu fyrsta dystin í kappingini, tá teir týsdagin royndu seg ímóti Kekkia.

Eftir málleysan fyrra hálvleik settu kekkisku genturnar meir ferð á eftir steðgin, og tá avtornaði gjørdist endaliga úrslitið 4-1 til Kekkia.

Føroyska málið skoraði Milja R. Simonsen.

– Vit møttu einum rættuliga góðum liði, og kekkiski sigurin var uppiborin. Men um meir hepni var við okkum, so kundu vit havt fingið okkurt mál afturat. Millum annað misnýttu vit ein stóran møguleika beint aftaná at Milja hevði skorað. Um vit høvdu javnað til 2-2, so kundi dysturin møguliga verði ein heilt annar, sigur John Petersen.

Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður hósdagin 17. september, tá okkara gentur skulu royna seg ímóti Fraklandi, sum í sínum fyrsta dysti vann 2-0 á Bosnia/Hersigovina.

Føroyar:
1. Anna S. Hansen (GK), 2. Durita Hummeland, 3. Hjørdis Rasmusdóttir (9. Ása á Reynatúgvu, 68’), 6. Elisabeth Vang, 7. Milja Simonsen, 8. Gudny Johannessen, 10. Hervør Olsen, 11. Kára Djurhuus (4. Bjørt Holm, 63’), 14. Jónvá Hentze, 15. Lív Arge og 17. Arnborg Lervig (C) (18. Durita Mikkelsen, 81’)

Á beinkinum:
12. Annika Dam (GK), 5. Gudrid Thomsen, 13. Lisa Joensen og 16. Sólrun Thomsen.

Venjarar:
John Petersen og Ingun Hansen.


Milja Simonsen hevur júst minkað um munin fyri Føroyar. Úrslitið gjørdist 4-1 til Kekkia – Mynd: Ingun Hansen