U18-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini í Estlandi. Mótstøðuliðið var Litava, og úrslitið gjørdist 4-1 til litavisku genturnar. Evy á Lakjuni skoraði føroyska málið
– Vit komu fram til fleiri stórar málmøguleikar, sum tó vórðu misbrúktir. Tað mesta varð skapt av Evy á Lakjuni, sum spældi ein góðan dyst. Okkara vístu eisini góðan stríðsvilja, men eru tíverri ikki nóg neyvar í avgerandi løtum, sigur John Petersen, venjari hjá U18-landsliðnum við gentum, aftaná fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini í Estlandi, sum endaði við 4-1 tapi fyri Litava.

Føroysku genturnar fingu annars eina góðan byrjan upp á dystin, og tá eitt korter var spælt, floytaði dómarin fyri brotssparki til Føroyar. Evy á Lakjuni var trygg úr ellivu metrum, og so var 1-0 til Føroyar.

Men tað gingu bara tveir minuttir, so var aftur javnleikur, og tá fyrri hálvleikur var um at vera liðugur, skoraði Litava til 2-1.

Sum heild var litaviska liðið betri, og høvdu tær eisini eitt lítið yvirtak meginpartin av dystinum. Í seinna hálvleiki fekk Litava tvey mál afturat, og vann tískil 4-1 tá avtornaði.

– Vit gera ov nógv mistøk, og í nógvum støðum hugsa okkara gentur ov seint. Eg eri kortini væl nøgdur við innsatsin, men vit mugu bara ásanna, at Litava var betri í dag, sigur John Petersen.

Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður longu mikudagin (6. apríl) klokkan 11:00, føroyska tíð, tá okkara gentur skulu royna seg ímóti Estlandi.

Føroyska liðið ímóti Litava
1. Eyðgerð Mikkelsen (GK), 2. Sarita Mittfoss (8. Ninna Hansen, 77’), 3. Birita B. Nielsen (C), 4. Nadja D. Johannesen, 6. Rebekka Benbakoura (18. Barbara M. Høgnesen, 77’), 7. Tórunn Joensen (15. Jónfríð Johannesen, 41’), 9. Evy á Lakjuni, 10. Tóra Mohr (16. Bjørg D. Djurhuus, 41’), 11. Lea Hansen, 14. Marjun á Lakjuni og 17. Hansina Ronaldsdóttir (5. Erla Christiansen, 64’).

Randi á Bergi og Masa Kallsberg komu ikki á vøllin.