Hóast íslandska liðið var stórfavorittur ímóti Føroyum, so vísti føroysku genturnar framúr hugburð og stríðsvilja, og meginpartin av dystinum var talan um ein javnan dyst
– Um genturnar vísa sama hugburð ímóti Hvítarusslandi, so er einki at ivast í, at vit tá fara eftir sigirnum. Orðini eigur Jan Mølvad Laursen, U17-landsliðsvenjari hjá gentum.

Fríggjadagin spældi føroysku U17-genturnar næsta dystin í EM-undankappingini. Mótstøðuliðið hesaferð var Ísland, sum telist millum sterkastu gentulandslið í Evropa. Tískil var væntandi, at hetta fór at verða ein stór uppgáva fyri okkara gentur. Tað bleiv eisini ein stór uppgáva, men føroysku genturnar vístu framúr hugburð og innsats.

Úrslitið gjørdist 4-0 til Ísland, sum var á odda við einum í steðginum. Sum heild var talan um ein javnan dyst í spæli, men í avgerandi løtum vóru tær íslenska neyvari frammanfyri føroyska málinum.

– Eg eri sera væl nøgdur við tann innsats, ið genturnar vístu, og um vit høvdu eitt sindur av hepni við okkum, so høvdu vit eisini fingið okkurt mál, møguliga fleiri, sigur Jan Mølvad Laursen, landsliðsvenjari.

Eftir dystin hevði íslendski venjarin nógv góð og rósandi orð til føroyska liðið, sum hann helt hevði ment seg nógv, bæði í spæli og kropsliga støði.

Mánadagin 31. oktober klokkan 19:00 (føroyska tíð) spæla okkara gentur ímóti Hvítarusslandi.

FØROYAR
1. Eyðgerð Mikkelsen (GK), 2. Rebekka E. Danielsen (13. Hanna K. Poulsen, 35’/3. Armgarð Undir Leitinum, 59’), 4. Poula Andreasen, 5. Rebekka J. Olsen, 6. Rúna Olsen, 7. Rebekka K. K. Olsen (17. Julia Helena Dal Henriksen, 63’), 8. Jensa K. Tórolvsdóttir, 9. Sara S. Lamhauge, 10. Julia N. Mortensen (C), 11. Mona Rasmusdóttir og 15. Sanna Jacobsen

Eykaleikarar
12. Randi á Bergi (GK), 14. Emma Hansdóttir, 16. Sólvá S. Olsen og 18. Sonja T. Dalsgaard

Venjarar
Jan Mølvad Laursen og Bára Skaale Klakstein