Føroyska U17-landsliðið við gentum vann seinasta dystin í EM-undankappingini í Cork í Írlandi. Mótstøðuliðið var Hvítarusslandi, og úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar. Mona Rasmusdóttir skoraði bæði málini

– Hetta var fult uppiborið, og eg eri ótrúliga væl nøgdur við genturnar. Um meir hepni var við okkum, so kundi sigurin saktans verði størri, tí vit spældu væl meginpartin av dystinum, sigur Jan Mølvad Laursen, U17-landsliðsvenjari.

Mánadagin spældi føroyska U17-landsliðið við gentum triðja og seinasta dystin í EM-undankappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Cork í Írlandi.

Í fyrsta dystinum tapti føroyska liðið fyri írsku vertunum, og fríggjadagin máttu okkara leggja rygg til 4-0 tap fyri Íslandi. Men mánadagin var Hvítarussland mótstøðuliðið, og hesaferð gekk betur. Úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar, sum eisini var støðan í steðginum. Í báðum føri var tað Mona Rasmusdóttir, ið skoraði málini.

Írland vann kappingina við fullum stigatali. Í seinasta dystinum vunnu írsku genturnar 4-1 á Íslandi, sum gjørdist nummar 2. Føroyska liðið bleiv nummar 3, meðan Hvítarusslandi endaði aftast í EM-undankappingarbólki 10.

FØROYAR

1. Eyðgerð Mikkelsen (GK), 2. Rebekka E. Danielsen, 4. Poula Andreasen, 5. Rebekka J. Olsen, 6. Rúna Olsen, 7. Rebekka K. K. Olsen (16. Sólvá S. Olsen, 80′), 8. Jensa K. Tórolvsdóttir, 9. Sara Samson Lamhauge (14. Emma Hansdóttir, 70′), 10. Julia N. Mortensen (C), 11. Mona Rasmusdóttir og 15. Sanna Jacobsen

Eykaleikarar
12. Randi á Bergi (GK), 3. Armgarð Undir Leitinum, 13. Hanna K. Poulsen, 17. Julia H. D. Henriksen og 18. Sonja T. Dalsgaard

Venjarar

Jan Mølvad Laursen og Bára Skaale Klakstein

 

Mona Rasmusdóttir, sum skoraði bæði málini ímóti Hvítarusslandi – Mynd: Bára Skaale Klakstein