Í bakandi sól tapti føroyska U16-landsliðið við gentum fyrsta dystinum í menningarkappingini í Lettlandi. Lettisku vertirnir vunnu 4-1. Emma Hansdóttir skoraði fyri Føroyar
U16-landsliðið við gentum tapti fyri Lettlandi í fyrsta dystinum í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum verður spæld í lettiska høvuðsstaðnum, Riga. Endaliga úrslitið gjørdist 4-1, eftir at heimaliðið var á odda 2-0 í steðginum.

Føroysku genturnar spældu ein góðan dyst, hóast úrslitið hin vegin bendir á, at munurin á liðunum var stórur. Soleiðis var ikki, og heldur var tað fyrsta løtan í báðum hálvleikunum, sum kostaði ov nógv.

Lettland legði hart út, og løgdu seg frammum 2-0 við málum longu í 2. og 3. minutti. Í seinna hálvleiki endurtók søgan seg, tá Lettland skoraði tvær ferðir innanfyri fyrstu níggju minuttirnar.

Føroyska liðið fótaði sær kortini beinanvegin og minkaðu um munin í 58. minutti, tá væl upplagda Emma Hansdóttir fekk fótin á eitt innlegg úr høgru síðu.

Føroyar royndi, tað sum eftir var av dystinum, at søkja á lettiska málið, og kom eisini til einstakar møguleikar. Men tíverri eydnaðist ikki at umseta hesar til mál.

– Hóast málmunurin var stórur, spældu okkara gentur fult upp til lettiska mótstøðuliðið. Her er eisini øgiliga heitt, men tað tóktist ikki at darva okkara røsku ungu gentum, sum til síðsta bríksl góvu mótstøðuliðnum harða mótstøðu, segði Jan Mølvad Laursen, venjari, eftir dystin.

Næsti dystur hjá okkara gentum verður mikudagin, tá tær møta Norðurírlandi. Fríggjadagin er seinasti dysturin í kappingini á skránni, tá er Estland mótstøðuliðið.

Lettland – Føroyar 4-1 (2-0)
Eyðgerð R. Mikkelsen (GK) Rebekka E. Danielsen, Poula Andreasen, Rebekka J. Olsen, Rúna Olsen, Kristin P. Højgaard, Jensa K. Tórolvsdóttir, Sara S. Lamhauge, Julia N. Mortensen (C), Mona Rasmusdóttir og Emma Hansdóttir

Innskiftar í hálvleikinum: Sólva S. Olsen, Hanna K. Poulsen og Randi á Bergi

Innskiftar í 60 minutti: Armgarð undir Leitinum og Sanna Jacobsen

Innskiftar í 68 minutti: Margit Andersen og Ruth Christensen