Úrtøkan gjørdist til tveir sigrar og trý tap fyri føroyska U15-landsliðið við gentum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í Brøndby Cup 2017 í Danmark
– Genturnar hava ment seg nógv hesar dagarnar, vit hava verið í kapping í Danmark, og eg eri væl nøgdur við avrikið hjá hvørjum einstøkum spælara, sigur Øssur Hansen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í Brøndby Cup 2017 í Danmark.
Føroyska liðið spældir tilsamans fimm dystir í kappingini, og úrtøkan gjørdist tveir sigrar og trý tap. Í fyrsta dystinum taptu okkara gentur 2-0 fyri Glostrup, og í næsta dystinum gjørdist úrslitið 3-1 til Eskildsminni IF. Føroyska málið skoraði Fridrikka Clementsen.
Í triðja dystinum brast fyri nev, og føroyska liðið vann fult uppiborið 2-0 á Andersløv úr Svøríki. Málskjúttarnir vóru Fridrikka Clementsen og Anna Maria Heðinsdóttir. Leygardgain vóru plaseringsdystir á skránni, og tá var aftur svensk móstøðu, og aftur gjørdist talan um tryggan føroyskan sigur. Triðja dystin upp í slag skoraði Fridrikka Clementsen, meðan hini málini gjørdu Elsa Egholm, Judith Eilersdóttir og Anna Maria Heðinsdottir.
Seinasti dysturin í kappingini endaði við 2-0 tapi. Móstøðan var aftur svensk, og sjálvt um føroyska liðið hevði bóltin stóran part av tíðini, so høvdu okkara trupulleikar við at skapa teir heilt stóra málmøguleikarnar.
– Gamaní taptu vit seinasta dystin, men vit høvdu heilt sikkurt uppiborið betri. Okkara gentur vóru eisini troyttar, og tað sást, at tær høvdu spælt fimm dystir í fimm dagar, umframt at venjingar eisini vóru á skránni, sigur Øssur Hansen við heimasíðuna hjá FSF.
Hópurin
1. Anna P. Hansen
2. Nancy Einarson
3. Sunniva Willemoes
4. Elsa Egholm
5. Bergljót Hansen
6. Karen G. Áslaksdóttir
7. Fridrikka Clementsen
8. Lív Rúnadóttir
9. Judith E. Rasmussen
10. Tóra G. Justinussen
11. Malena Olsen
12. Eyðbjørg Reynslág
13. Lóa Samuelsen
14. Jana Mittún
15. Maria V. Johansen
16. Birita P. Rasmussen
17. Anna Maria Heðinsdóttir
18. Ronja I. Mouritsen