Føroyska U15-landsliðið við gentum tapti eisini næsta dystin í Baltic Cup. Mótstøðuliðið var Litava, og úrslitið gjørdist 3-1 til litavisku genturnar
– Sjálvt um vit taptu, so var hetta samanumtikið ein góðkendur innsatsur. Allan dystin vísa okkara gentur góðan hugburð og stríðsvilja, og meir kunnu vit ikki krevja av teimum, sigur Bára Klakstein, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum.
Fríggjadagin spældi føroyska U15-genturnar næsta dystin í Baltic Cup, sum í hesum døgum er í Riga í Lettlandi. Mótstøðuliðið hesaferð var Litava, og endaliga úrslitið gjørdist 3-1 til litavar, sum vóru á odda 2-1 í steðginum.
– Eftir at hava verið aftanfyri við tveimum málum um miðan fyrra hálvleik, góvu okkara gentur ongantíð skarvin yvir, men hildu fram við at stríðast. Hetta gav eisini úrslit tveir minuttir undan steðginum, tá Maria Biskopstø minkaði um munin til 2-1, eftir upplegg frá Silju Augustinussen.
– Kenslan var tískil góð, tá vit fóru til hálvleik, og í steðginum fingu vit gjørt nakrar smávegis broytingar á liðnum. Hetta hevði eisini við sær, at vit komu meir við í dystin, og í seinna hálvleiki leikaði maira javnt á. Kortini eydnaðist okkum ikki at fáa nakað mál, meðan tað hinvegin var Litava, ið fekk eitt mál afturat, og gjørdist úrslitið tískil 3-1 til litavisku genturnar, sigur Bára Klakstein, landsliðsvenjari, tá hon tekur samanum føroyska avrikið ímóti Litava.
Triðji og seinasti dystur í Baltic Cup 2016 verður sunnudagin, tá okkara gentur skulu royna seg ímóti vertunum úr Lettlandi.