Lagt er upp til ein spennandi dyst í finaluni um Eilif Arge Steypið, ið er kappingin fyri Gentur U14. Í finaluni møtast EB/Streymur og B36, og tað er einki at ivast í, at bæði liðini ætla sær sigurin
Tað vera EB/Streymur og B36, sum í ár møtast í finaluni um Eilif Arge Steypið, ið er steypakappingin fyri Gentur U14. Tvey sera sterk lið, og tí er ilt at meta um, hvør fer avstað við finalusigrinum.
Genturnar úr sundalagnum vóru eisini í finaluni í fjør, men máttu tá lúta fyri einum sterkum B68-liði. Men eftir finalutapið fyri einum ári síðani settu genturnar sær fyri, at tær aftur í ár skuldu verða partur av finaluni.
– Finalan var ein av teimum heilt stóru fótbóltsupplinvingunum. Tað er stórt og kensluborið at trína inn á tjóðarvøllin og umboða sítt felag, og hesar genturnar eru góð umboð fyri okkara felag, sigur Egil á Bø, venjari hjá EB/Streyma-gentunum.
Í B36 eru tey eisini spent til finaluna, og fyri fleiri av gentunum er hetta eisini fyrstu ferð, at tær royna seg í einari steypakapping. Tilgongdin av spælarum hevur síðstu tíðina verið góð, og javnan møta omanfyri 25 gentur til venjing.
– Vegurin hjá hesum ungu gentum til finaluna hevur verið mennandi og góður. At venja er gott, men at spæla týdningarmiklar dysir er tað, ið veruliga skapar menning, sigur Anja Rein, venjari hjá B36.
Finalan um Eilif Arge Steypið verður bríkslað í gongd leygardagin 27. august klokkan 12:15.