Við lutakasti er nú greitt, at U17 genturnar skulu spæla EM undankapping í Bulgaria í november, og at leiðin hjá U19 gentum gongur til Litava


EM undankappingarnar hjá U17 og U19 landsliðunum við gentum eru nú skipaðar í eina A-deild og eina B-deild, soleiðis at liðini verða bólkaði saman við londum úr somu styrkislegu. Í dag var lutakast til EM undankappingarnar, sum verða spældar í báðum aldursbólkunum í november.

U17 landsliðið kom í bólk B3 saman við Kroatia og Bulgaria. Kappingin verður spæld í Bulgaria í døgunum 9.-15. november, og føroyska liðið spælir fyrst móti Kroatia 12. november og síðan móti Bulgaria 15. november.

U19 landsliðið kom í bólk B3 saman við Litava, Liktinstein og Íslandi. Kappingin verður spæld í Litava, og leikskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

8. november: Føroyar – Litava
11. november: Føroyar – Ísland
14. november: Føroyar – Liktinstein