Øll, ið vóru fylt 15 ár 1. januar, og ætla sær at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt áðrenn týsdagin 12. juli klokkan 16:00. Tá letur Flytingarvindeygað hjá FSF aftur

——————

Vit eru komin út á summarið, og í hesum døgum merkir tað millum annað, at flytingarvindeygað hjá FSF er opið. Vindeygað lat upp 15. juni, og er opið til týsdagin 12. juli klokkan 16:00.

Men hví hava vit eitt “flytingarvindeyga”, og hvat gongur tað út upp á?

FSF Varpið hevur fingið orðið á Virgar Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, og í stuttum svarar hann hesum og øðrum spurningum í samband við flytingarvindeygað hjá FSF.

Millum annað sigur aðalskrivarin, at fyrr var flytingarvindeygað bara galdandi fyri spælarar, ið høvdu sáttmála. Men soleiðis er ikki longur. Í 2020 broyttust reglurnar, og nú er vindeygað galdandi fyri øll – gentur og dreingir, kvinnur og menn – ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.

Tað merkir sostatt, at tey, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2022, og sum ætla sær at skifta felag í summar, skulu fáa hetta avgreitt áðrenn týsdagin 12. juli klokkan 16:00.