Arbeiðið á Tórsvølli gongur væl, og tá grikkar koma á vitjan um smáar tríggjar vikur, fara 3.600 áskoðarar at sita undir taki
– Í løtuni eru umleið 25 mans til arbeiðis á Tórsvølli, og sum heild gongur væl. Vit hava havt onkrar smávegis trupulleikar við stálinum til horna-bygningin, men tað kemur væntandi í rættlag innan stutta tíð, og so hevur veðrið í seinastuni eisini verið ein avbjóðing, sigur Eyðfinn Lenvig, tekniskur leiðari hjá J&K Petersen, ið stendur fyri arbeiðinum.
Um smáar tríggjar vikur skal Tórsvøllur vera klárur til landsdyst, tá grikkar koma á vitjan í Føroyum. Og sambært tekniska leiðarinum hjá J&K Petersen, so koma allir áskoðararnir at sita væl, og fara at fáa eitt gott upplivilsi á Tórsvølli leygarkvøldið 13. juni.
– Meginpartin av okkara arbeiði verður liðugt til dystin, tó ikki alt. Men tað koma áskoðararnir ikki at merkja nakað til, sigur Eyðfinn Lenvig.
EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Grikkaland verður leygardagin 13. juni klokkan 19:45.
Atgongumerki til dystin, ið einans kosta 100 krónur, kunnu keypast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, ella við at trýsta HER.
Les eisini:
Smyril broytir ferðaætlan
Áskoðararnir eru partur av liðnum
Keyp atgongumerki til landsdystin her