Komandi fríggjadag verða ársins fyrstu steypafinalur á skránni. Klokkan 17:30 spæla U17 Dreingir, og klokkan 20:15 fara U21 á vøllin. Báðar finalurnar verða á Tórsvølli
——————
Kappingarárið 2021 er farið at halla, og ársins føroyameistarar og steypavinnarar skulu kjósast í næstum.
Í alt níggju steypavinnarar skulu finnast í ár, og komandi fríggjadagin, sum er tann 17. september, verða fyrstu finalurnar á skránni. Báðar verða spældar á Tórsvølli.
Klokkan 17:30 eru tað Víkingur og KÍ, ið fara á vøllin at dystast um Blaðberasteypið, sum er steypakappingin fyri U17 Dreingir.
Í hálvfinaluni vunnu klaksvíkingar á B36, meðan Víkingur sendi hitt havnaliðið, HB úr steypakappingini.
Finalan fyri einum ári síðan var millum KÍ og HB. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til KÍ.
U21 klokkan 20:15
Seinna steypafinalan fríggjakvøldið verður millum B36 og NSÍ, tá ársins seinasti dystur í kappingini um Thomas Dam Intersport Steypið skal spælast, sum er steypakappingini fyri U21.
Í hálvfinaluni vann NSÍ ein sannførandi 8-1 sigur á KÍ, meðan B36 vann grannauppgerðina móti AB. Árstalsfelagið vann 4-2.
Finalan í fjør var millum AB og B36, sum argjamenn vunnu 2-1.