KÍ er steypavinnari fyri Gentur U17 og HB er steypavinnari í kappingi fyri Dreingir U18. Klaksvíksgenturnar vunnu sannførandi á B36, meðan HB vann ein tepran 3-2 sigur á NSÍ
Fyrstu finalurnar í stóra steypafinaluvikuskiftinum, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri hetta vikuskifti, eru spældar.
Fyrst spældu KÍ og B36 í Gentur U17, og síðani spældu NSÍ og HB í kappingini fyri Drenigir U18.
Klaksvíksgentur lótu ongan iva vera um, hvør skuldi hava Mótasteypið. Úrslitið gjørdist 5-0 til KÍ.
Í finaluni um Thomas Dam Intersport Steypið varð talan um eina javnan dyst, ið endaði við 3-2 sigri til HB.
Leygardagin eru fimm finalur á skránni:
Kl. 10:00 Drenigir U14
Kl. 12:00 Gentur U14
Kl. 13:45 Dreingir U16
Kl. 16:15 Steypafinalan hjá kvinnum
Kl. 19:45 Løgmanssteypið
Atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið kunnu keypast á fsf.fo til leygardagin klokkan 15:00, og síðani verður selt við dyrnar.
HB. Vinnarar av Thomas Dam Intersport Steypinum (Dreingir U18)
Gentur U17 hjá B36
Dreingir U18 hjá NSÍ – Myndir: Hans Erik Danielsen