Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari hjá kvinnum hevur úttikið hópin til fyrstu dystirnar í Nations League
Um góðar tvær vikur seta kvinnurnar hol á nýggju Nations League kappingina, har Føroyar eru í bólki saman við Montenegro, Kýpros og Aserbadjan. Tveir teir fyrstu dystirnir verða spældir seinni í hesum mánaðinum; fyrst á heimavølli móti Montenegro 22. september og síðan á útivølli móti Kýpros 26. september.
Talan er um fyrstu dystirnar hjá Signe Pries Andersen, sum tók við starvinum sum landsliðsvenjari fyrr í ár. Signe og familjan fluttu til Føroyar í summar, og síðan tá hevur hon havt fyrstu venjingarnar við bruttohópinum. Nú er hópurin til dystirnar úttikin, og á listanum finna vit fleiri nýggj nøvn, sum ongantíð hava verið at sæð í A-landsliðshøpi fyrr.
Fýra ungir spælarar eru nevniliga úttiknar á fyrsta sinni. Talan er eitt nú um Saritu Petersen úr EBS/Skála, Sunnivu Willemoes og Malenu Olsen úr KÍ, sum allar eru komnar upp frá U19 landsliðnum, og harumframt hava Fridrikka Clementsen úr HB og Rúna Olsen úr NSÍ nú fingið dystarboð við A-landsliðnum á fyrsta sinni.
Hópurin til dystirnar móti Montenegro og Kýpros sær soleiðis út:
Óluva Joensen, KÍ
Valborg Østerø, B36
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Heidi Sevdal, NSÍ
Sunniva Willemoes, HB
Rúna Jacobsen, HB
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rebekka Benbakoura, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Margit Magnusdóttir, 07 Vestur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Lena Olsen, NSÍ
Jensa K. Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q
Mona Rasmusdóttir, FC Thy – Thisted Q
Sara S. Lamhauge, NSÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn H. Joensen, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Fridrikka Clementsen, HB
Ása S. Carlsen, HB
Rúna Olsen, NSÍ
Sarita Petersen, EBS/Skála
Dystarskráin hjá kvinnunum í Nations League kappingini sær soleiðis út:
22. september: Føroyar – Montenegro (Tórsvøllur)
26. september: Kýpros – Føroyar
27. oktober: Føroyar – Aserbadjan (við Djúpumýru)
31. oktober: Føroyar – Kýpros (Tórsvøllur)
1. desember: Montenegro – Føroyar
5. desember: Aserbadjan – Føroyar