Eftir longda leiktíð og brotssparkskapping eydnaðist tað KÍ at vinna samanlagt 7-6 á Skála í steypafinaluni fyri gentur U16
Ársins fyrsti steypasigur fór til Klaksvíkar. Hetta gjørdist greitt mikukvøldið, tá U16 genturnar hjá KÍ og Skála dystaðust um Eilif Arge steypið.
Tað var annars heilt nær við, at tær appslsingulu endurvunnu steypakappingina frá í fjør. Dagsins leikari, Sara Benjaminsen legði Skála á odda í 12. minutti, men tá lítil hálvur tími var spældur javnaði Rannvá Ryan til 1-1.
Sara var aftur upp á spæl tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá hon sendi eitt hornaspark beinleiðis í netið. Men tær kongabláu treiskaðust, og hetta gav úrslit ein minutt fyri leiklok, tá Elisabet Norðoy Vilhelmsen javnaði til 2-2.
Í umdystinum kom einki mál, og tí mátti steypafinalan 2024 hjá U16 gentum avgerðast við brotssparkskapping, sum KÍ vann 5-4.
Hóskvøldið klokkan 19:30 verður aftur steypafinaludámur á Tórsvølli, tá U21 liðini hjá ÍF og B71 fara at dystast um Thomas Dam Intersport steypið.
Mikudagin 2. oktober
U16 gentur: KÍ – Skála 7-6
Hósdagin 3. oktober
U21: B71 – ÍF (kl. 19:30)
Dómari: Leivur Zachariassen
Fríggjadagin 4. oktober
U13 gentur: B36 – 07 Vestur/MB (kl. 17:30)
Dómari: Ørvur Mortensen
Minna steypakap. kv.: FC Hoyvík – Skála (kl. 19:30)
Dómari: Dávid W. Sjóstein
Leygardagin 5. oktober
U13 dreingir: B36 – Víkingur (kl. 10:30)
Dómari: Dominick Troleis
U15 dreingir: Víkingur – B36 (kl. 12:30)
Dómari: Jákup V. Larsen
U17 dreingir: KÍ – Víkingur (kl. 15:15)
Dómari: Heri Wang Danielsen
Kvinnur: Víkingur – NSÍ (kl. 18:30)
Dómari: Andrass Frederiksberg
Leygardagin 2. november
Løgmanssteypið: B36 – HB (kl. 17:00)
Myndir: Jakoba Svensdóttir