Fótbóltssamband Føroya hevur í løtuni níggju landslið, sum øll javnan luttaka í kappingum í Føroyum og uttanlands. Seinastu árini er virksemið hjá landsliðunum munandi økt, og FSF styrkir tí nú landsliðsfyrisitingina

Søkt verður eftir starvsfólki at fyriskipa landsdystir og landsliðskappingar heima í Føroyum og fyrireika ferðir hjá landsliðunum hjá FSF úti í heimi. Starvið fevnir eisini um vanligar fyrisitingarligar uppgávur, sum eru knýttar at landsliðunum.

 

Í sambandi við landsdystir og kappingar á heimavølli kann arbeiðstrýstið til tíðir vera stórt, og arbeiðstíðirnar óregluligar. Tað er tí av stórum týdningi, at starvsfólkið hevur lætt at umstilla seg frá tí vanliga vælskipaða skrivstovustarvinum, til eitt til tíðir avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har nógvir bóltar eru í luftini samstundis.

 

Umframt at fyriskipa dystir hjá føroysku landsliðunum, skal starvsfólkið eisini stuðla føroysku feløgunum, ið luttaka í klubbkappingunum hjá UEFA, við at fyriskipa teirra dystir, so at hesir verða avgreiddir í samsvar við krøvini frá UEFA.

 

Arbeiðsumhvørvið hjá landsliðsfyrisitaranum hevur sterkan altjóða dám, har enska málið í stóran mun verður nýtt sum arbeiðsmál. Starvsfólkið skal tí hava eins lætt at samskifta á enskum sum á føroyskum – bæði í skrift og talu.

 

Førleikar

Tú skalt hava viðkomandi útbúgving og/ella arbeiðsroyndir innan verkætlanarleiðslu, event management ella líknandi.

 

Harumframt er tað ein fyrimunur um tú hevur:

– góðar fyrisitingarligar førleikar
– góðan málførleika í føroyskum og enskum
– góð samstarvsevni
– innlit í og royndir úr føroyska fótbóltsumhvørvinum
– altjóða arbeiðsroyndir
– góðar KT-førleikar

 

Setanarviðurskifti

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Starvið er fulltíðarstarv, við starvsstaði á høvuðsskrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya á Tórsvølli.

 

Umsóknarfreist

Ert tú áhugað/-ur í starvinum, send so eina umsókn við lívsgongdarleið, útbúgvingarprógvum og viðmælum til: [email protected], og greið nærri frá, hví tú kundi hugsað tær at arbeitt sum landsliðsfyrisitari hjá FSF. Freistin at søkja er í seinasta lagi mánadagin 16. apríl 2018.

 

Hevur tú spurningar í sambandi við starvið, kanst tú venda tær til Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, á telefon 29 19 68 ella umvegis teldupost til: [email protected].

 

Høvuðsendamál Fótbóltssamband Føroya er at fyriskipa fótbóltskappingar og fótbóltstiltøk, og støðugt menna, stuðla og vekja áhuga fyri fótbóltsspælinum. 4.500 virknir fótbóltsleikarar eru í Føroyum og uppaftur fleiri fylgja liðunum. Fótbóltur er tí týðandi partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyskum familjum og føroyska samfelagnum. FSF varð stovnað í 1979, og í dag arbeiða 11 starvsfólk í umsitingini hjá FSF, umframt venjarar, fótbóltsmennarar og onnur hjálparfólk.