Pætur Smith Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið hópin, sum í næstum skal spæla HM-undankappingardystir móti Slovenia og Kekkia
– Hetta verður aftur tvær stórar uppgávur fyri okkara kvinnulandslið. Vit hava spælt ímóti Slovenia og Kekkia fyrr, og tá vóru úrslitini ikki so góð. Men eg haldi, at føroyska liðið hevur ment seg nógv síðani tá, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari.
Føroyska kvinnulandsliðið skal í næstum spæla tveir dystir í undankappingini til HM 2019. Fyrri dysturin í hesum umfari verður spældur á Tórsvølli hósdagin 7. juni klokkan 17:00, tá Slovenia kemur á vitjan, og fimm dagar seinni, týsdagin 12. juni, er so útidysturin móti Kekkia á skránni.
Pætur Clementsen hevur úttikið hópin til komandi uppgávur, og av teimum 20, ið hava fingið landsliðsboð hesaferð, eru fýra, ið spæla uttanlands.
– Í okkara seinasta dysti, sum var móti Íslandi, vóru vit sera væl nøgd við avrikið, sjálvt um úrslitið sær sindur keðiligt út. Men vit sóu eina stóra menning í spælinum og tí síggja vit við stórum spenningi fram til hesar dystir, sigur landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF.
Hópurin
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DEN)
Birita B. Nielsen, B68
Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála
Lív F. Arge, FC Nordsjælland (DEN)
Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur
Heidi Sevdal, HB
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DEN)
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, BSF (DEN)
Milja R. Simonsen, HB
Jóna Nicolajsen, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála
Evy á Lakjuni, KÍ
Margunn Lindholm, EBS/Skála
Guðrið Poulsen, EBS/Skála
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur
Nadja Dam Johannesen, HB
Anna S. Hansen, EBS/Skála