FSF Varpið: Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar mikudagin og hósdagin. Á Skála hittast Skála og Víkingur, og í Klaksvík vitjar NSÍ. Í FSF Varpinum hesaferð meta Jóannes Jakobsen og Tróndur Arge um hálvfinalurnar í steypakappingini
Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Jóannes Jakobsen, sum hevur vunnið steypakappingini heili átta ferðir. Jóannes væntar nakrar spennandi hálvfinalur, ið eru á skránni næstu vikurnar.

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 25. (Skála – Víkingur) og 26. mai (KÍ – NSÍ), meðan seinni hálvfinalurnar verða spældar 15. juni (Víkingur – Skála og NSÍ – KÍ).

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 27. august, kl. 19:45.