Nú er greitt, hvussu liðini hittast í hálvfinalunum í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum

——————

Týskvøldið vóru fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni, og úrslitini háttaðu seg soleiðis, at 07 Vestur, EB/Streymur, HB og B68 hava spælt seg víðari til hálvfinalurnar.

Vágamenn vunnu 2-1 á útivølli móti AB, í Gundadali vann HB 2-0 á grannunum úr B36, á Toftum vann B68 2-1 á NSÍ, og í fjórða dystinum vann EB/Streymur 4-1 á Skála.

Og beint eftir, at tað var greitt, hvørji lið høvdu spælt seg í hálvfinalurnar, var lutakastið avgreitt í Televarpinum. Gestur í sjónvarpsstovuni var John Petersen, sum hevur vunnið Løgmanssteypið fýra ferðir – tríggjar ferðir sum spælari og eina ferð sum hjálparvenjari.

Fyrstu liðini úr bollanum vóru 07 Vestur og HB, ið sostatt skulu stríðast um tað eina finaluplássið, meðan tað vera EB/Streymur og B68, ið skulu dystast um hitt finaluplássið. Hálvfinalurnar vera spældar 28. juni og 27. september. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 4. november.

Í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum møtast KÍ og B36, og NSÍ og Víkingur. Hálvfinalurnar vera spældar 11. juni og 27. august. Finalan verður leygardagin 7. oktober.