Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið hópin til komandi HM-undankappingardystir, sum eru móti Danmark og Ísrael

——————

Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, føroyska hópin til HM-undankappingardystirnar móti Danmark og Ísrael, sum vera á útivølli ávikavist fríggjadagin 12. og mánadagin 15. november.

Fýra broytingar eru í hópinum hesaferð, í mun til seinasta landsdyst, sum var fyri lítlum mánað síðani, tá skotar fóru av Tórsvølli við einum sera lítlum 1-0 sigri.

Heini Vatnsdal (skaddur), Gilli Rólantsson Sørensen (skaddur), John Frederiksen og Hannes Agnarsson eru ikki við. Í staðin hevur landsliðsvenjarin úttikið Daniel Johansen, René Shaki Joensen, Heðin Hansen og Jákup Biskopstø Andreasen.

Håkan Ericson hevur í fyrstu atløgu úttikið 23 spælarar, men eftir ætlan verður ein spælari afturat boðsendur seinni í vikuni. Í hesum sambandi er vert at nevna, at Brandur Olsen er leikbannaður til landsdystin móti dønum.

Fyrireikingarnar til komandi dystir byrja av álvara mánadagin um eina viku, og fyrstu dagarnar fer føroyski hópurin at halda til í Malmø í Svøríki.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsso, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Hørður Askham, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Daniel Johansen, HB Tórshavn
René Shaki Joensen, HB Tórshavn
Bartal Wardum, HB Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ Runavík
Hallur Hansson, Vejle BK (Danmark)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)

Myndir: Hans Erik Danielsen