Svenn Olsen hevur sett nøvn á tær 11, sum byrja seinna vinardystin móti Luksemborg í kvøld


Føroyska A-landsliðið við kvinnum spælir í kvøld seinna vinardystin móti Luksemborg í hesum umfarinum. Liðini bresta saman kl. 17.30 føroyska tíð á Georges Wohlfart leikvøllinum í Hosingen, og samanborið við fyrra dystin hósdagin, so eru fýra broytingar í byrjunaruppstillingini.

Tann fyrsta er í málinum, har Óluva Joensen í dag er sett at byrja. Í miðverjuni byrja Føroyar aftur við Biritu Ryan og Saru Samson Lamhauge, meðan Ásla Johannesen er aftur í sínum vanda vinstra bakki. Harumframt sleppur Tóra Mohr í dag at royna seg á høgra bakki.

Á miðvøllinum hava Sanna Svarvadal og Jensa Tórolvsdóttir fingið afturval sentralt og Mona Rasmusdóttir tað sama í høgru síðu, meðan Rúna Jacobsen í dag byrjar á vinstra kanti. Frammanfyri tær finna vit aftur í dag Heidi Sevdal frá byrjan og so er Margit Kwao í dag við í byrjunaruppstillingini sum fremsti føroyski spælarin.

Á føroyska bonkinum sita Valborg Østerø, Maria á Lakjuni, Lea Lisberg, Eyðvør Klakstein, Julia Naomi Mortensen, Tórunn Højgaard Joensen, Hervør Olsen, Rebekka F. Benbakoura, Sarita Maria Mittfoss og Ása Stórá Carlsen.

Dysturin millum Luksemborg og Føroyar byrjar kl. 17.30 føroyska tíð, og til ber at stroyma dystin her.