Håkan Ericson hevur framt fýra broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Moldova, samanborið við 2-0 tapið fyri Póllandi fyrr í vikuni

——————

Klokkan fimm seinnapartin trínur føroyska manslandsliðið aftur á vøllin, tá Moldova kemur á vitjan á Tórsvølli. Talan er um fjórða undankappingardystin móti moldovum seinastu trý árini, og føroyska úrtøkan hevur verið ein sigur og tveir javnleikir.

Samanborið við teir fyrstu ellivu, ið landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sendi á vøllin móti Póllandi farna hósdag, eru fýra broytingar á liðnum til dystin móti Moldova í dag.

Mattias Lamhauge verður í mál, og í verjuni vera Gilli Sørensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og liðskiparin, Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum byrja Jóannes Bjartalíð, Brandur Olsen, Jákup Andreasen og Andrass Johansen, meðan fremstir vera Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum frá byrjan vera hesir: Bárður á Reynatrøð, Teitur Gestsson, Sonni Ragnar Nattestad, Sølvi Vatnhamar, Hørður Askham, René Shaki Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Pætur Petersen, Andrias Edmundsson, Hannes Agnarsson, Stefan Radosavljevic og Ári Mohr Jónsson.