Fótbóltssamband Føroya og alifyritøkan Bakkafrost hava gjørt nýggja sponsoravtalu, ið er galdandi næstu fýra árini
Tað verður Bakkafrost einsamælt, ið næstu fýra árini kemur at prýða frítíðar- og venjingarbúnarnar hjá A-landsliðnum hjá monnum. Fótbóltssamband Føroya og alifyritøkan á Glyvrum hava undirskrivað nýggja sponsoravtalu.
– Samstarvið við Bakkafrost hevur verið sera gott seinastu árini, og tað er tí at fegnast yvir, at Bakkafrost heldur fram sum høvuðssponsorur hjá manslandsliðnum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.
Í heyst verður skjøtil settur á UEFA Nations Laegue. Fyrsti dystur verður 7. september, tá Malta kemur á vitjan á Tórsvølli. Atgongumerkir til dystin kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.