Nú er greitt, at fyrstu umførini í Futsal, kappingarárið 2017-2018, verða í Klaksvík leygardagin og sunnudagin, 4. og 5. november

Vikuskiftið 4. og 5. november verður skjøtin setttur á Futsal-kappingina 2017-2018. Fyrsta umfarið í komandi kapping verður í Klaksvík, og verða tað Dreingir U14 og U16, ið leggja fyri.

 

Byrjað verður leygarmorgunin 4. november klokkan 09:00, og síðani verður spælt til umleið klokkan hálvgum átta um kvøldið. Sunnudagin verður fyrsta spark klokkan 13:30, og sambært skránni verður spælt til klokkan 19:00.

 

Skráin sæst her

Dreingir U14 (Bólkur A og B)

Dreingir U14 (Bólkur C og D)

Dreingir U16 (Bólkur A og B)

 

Leikskráirnar fyri Gentur U12, U14 og U17, og Dreingir U12 verða lagdar á heimasíðuna skjótast tilber.