ÚTSELT: Øll atgongumerkini til landsdystin ímóti Rumenia eru seld. Sostatt verða umleið 4.800 áskoðarar á Tórsvølli sunnudagin 11. oktober
Tað gekk rættuliga skjótt at selja atgongumerkini til EM-undankappingardystin ímóti Rumenia, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 11. oktober, kl. 17:00.

Eitt gott samdøgur eftir, at atgongumerkini vórðu sett til sølu, var útselt.

Sostatt verða umleið 4.800 áskoðarar á Tórsvølli fyri at stuðla føroyska A-landsliðnum, tá Føroyar og Rumenia spæla seinasta dystin í undankappingini til EM 2016.

Men áðrenn rumenar koma hendan vegin á vitjan í oktober mánaði, eru tríggir aðrir dystir á skránni.

4. september kemur Norðurírland á vitjan í Føroyum, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 7. september, skulu okkara royna seg á útivølli ímóti Finnlandi.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum sunnudagin 23. august. Tá fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, at kunngera hópin til dystirnar ímóti norðurírum og finnum.

Næstseinasti dystur í hesari undankappingini verður tann 8. oktober, tá føroyska liðið skal spæla á útivølli ímóti Ungarn.