Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at ÍF fær ikki viðhald í kæruni í sambandi við dystin í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið
Eftir dystin í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið millum ÍF og Víking, sum Víkingur vann 12-11 aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping, sendi ÍF kæru til FSF. Í kæruni vístu fuglfirðingar á, at brotssparkskappingin ikki fór fram eftir galdandni reglum.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur viðgjørt málið, og er komin til ta niðurstøðu, at ÍF fær ikki viðhald í kæruni.

Soljóðandi skriv er sent feløgunum:
"Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur viðgjørt kæru frá ÍF í sambandi við dystin í kappingini um Løgmanssteypið millum ÍF og Víking, sum varð spældur 22. apríl 2015.

Kæran er viðgjørd við heimild í grein 5 litra b) í Agareglugerð FSF´s, ið ásetur, at Kappingarnevndin tekur endaliga avgerð í málum viðvíkjandi avgerð um nýggjan dyst, og kunnu hesar avgerðir ikki leggjast fyri Aganevndina, Yvirkærunevndina ella aðrar myndugleikar.

Í sambandi við viðgerðina eru dómarin í nevnda dysti og Víkingur hoyrd í málinum. Eisini hevur FSF havt samband við FIFA og hini norðurlendsku londini í sambandi við málið.

Fótbóltssamband Føroya hevur ikki fingið nakrar fráboðanir um, at onnur hava viðgjørt líknandi mál áður.

Kappingarnevndin hevur í viðgerðini staðfest, at bæði dysturin og umdysturin 22. apríl 2015, eru avgreiddir í trá við galdandi reglur, tá brotssparkskappingin ikki verður roknað sum partur av dystinum ella umdystinum.

Kappingarnevndin hevur eisini staðfest, at dómarin hevur framt eitt formligt mistak í sambandi við avgreiðslu av brotssparkskappingini, men at hetta mistak er minni týðandi, og ikki hevur havt við sær, at kærarin hevur havt nakran vansa í samband við luttøkuni í nevndu brotssparkskapping.

Somuleiðis staðfestir Kappingarnevndin, at ein avgerð um umdyst ella at brotssparkskappingin skal ganga umaftur er eitt sera stórt inntriv mótvegis mótstøðuliðnum, sum eftir nevndarrinnar meting ikki stendur mát við formliga mistaki dómarans, serliga tá ið tað ikki ber til at staðfesta at kærarin hevur havt nakran vansa ella at mótstøðuliðið hevur havt nakran fyrimun av íkomnu støðuni.

Tá tað ikki kann prógvast, at ÍF hevur verið fyri vanbýti í sambandi við brotssparks-kappingina tann 22. apríl 2015, hevur Kappingarnevndin útfrá einari heildarmeting av málinum gjørt av, ikki at ganga kæruni frá ÍF á møti."

Fyrru hálvfinalurnar í kappingini verða spældar hósdagin 21. mai, meðan seinnu verða spældar 3. og 4. juni.

21. mai:
Víkingur – B36
NSÍ – HB

3. juni:
B36 – Víkingur

4. juni:
HB – NSÍ