Í nýggjari Instagram-kapping leitar FSF eftir tveimum teimum bestu fjepparamyndunum av Tórsvølli í 2015. Vinnararnir fáa hvør sína ferð á NORÐ rutunetinum hjá Atlantic Airways
Í samstarvi við annan av høvuðsstuðlunum hjá føroyska A-landsliðnum, Atlantic Airways, leitar Fótbóltssamband Føroya eftir tveimum teimum bestu myndunum av Tórsvølli í 2015.
Kappingin er á Instagram, og tað einasta tit skulu gera er at frámerkja myndina: #einvanligurdaguráTórsvølli
Myndir frá kappingini verða vístar á stórskýggjanum, tá Føroyar og Norðurírland bresta saman á Tórsvølli fríggjadagin 4. september, klokkan 19:45.
Vinnararnir, ið verða kunngjørdir undir dystinum móti norðurírum, fáa hvør sína ferða á NORÐ rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Fylg FSF á Instagram: https://instagram.com/fsf1979/