Her ber til at síggja dystin ímillum Víking og FK Ventspils, sum lettlendska liðið vann 2-0. Samanlagt vann Ventspils 4-0, og fer sostatt víðari í kappingini

Hósdagin spældi Víkingur seinna dystin í fyrsta undanumfari i UEFA Europa League ímóti lettlendska liðnum, FC Ventspils. Úrslitið á Svangaskarði á Toftum gjørdist 2-0 til Ventspils, og fara teir víðari í kappingini við einum samanløgdum 4-0 sigri.

Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja allan dystin.

 

Frásøgumaður: Niels Petersen, Kringvarp Føroya.

Fotografur: Hans Erik Danielsen.