VIDEO: Við sigri á TB/FCS/Royn, samstundis sum KÍ tapti fyri HB, styrkti Víkingur um oddasessin í EFFO-deildini. Her eru 11 av teimum 13 málunum, sum vórðu skoraði í 16. umfari í fremstu deildini hjá monnum
Um ólavsøkuna hevur 16. umfar í EFFO-deildini verið á skránni. Hósdagin 27. juli vann Víkingur 3-0 á útivølli ímóti TB/FCS/Royn, NSÍ vann somuleiðis 3-0 á útivølli ímóti ÍF, meðan dysturin millum Skála og EB/Streym endaði við javnleiki 1-1.
Ólavsøkuaftan vitjaði 07 Vestur í Gundadali, har B36 var vertur. Úrslitið gjørdist 2-0 til heimaliðið. Fimti dysturin í 16. umfari varð spældur ólavsøkudag, tá HB tók ímóti KÍ. Endin gjørdist ein tepur 2-1 sigur til HB.
Í FSF Varpinum ber til at síggja 11 av teimum 13 málunum, sum vórður skoraði í 16. umfari. Tíverri eru ongar myndir frá dystinum millum B36 og 07 Vestur.