Video: Tilsamans trettan mál blivu skoraði í teimum fimm dystunum í 18. umfari í EFFO-deildini, sum var á skránni um vikuskiftið. Her ber til at síggja øll málini

Fult umfar í EFFO-deildini var á skránni um vikuskiftið. Lagt varð fyri fríggjakvøldið, tá KÍ og Víkingur brustu saman frammanfyri stórari áskoðarafjøld við Djúpumýru í Klaksvík. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1.

 

Leygardagin vórðu hinir fýra dystirnir spældir. Í Havn vann HB 4-1 á NSÍ, við Stórá vann B36 1-0 á suðuroyingum, og í Fuglafirði fóru skálamenn avstað við einum teprum 1-0 sigri. Fimti dysturin var á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur tók ímóti EB/Streymi. Og tá avtornaði gjørdist úrslitið javnleikur 2-2, eftir at gestirnir heilt til stutt fyri leiklok vóru á odda 2-0.

 

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll tey trettan málini, sum vórðu skoraði farna umfar í fremstu deildini hjá monnum. 19. umfar verður spælt leygardagin og sunnudagin, 19. og 20. mai.

 

Men longu mikukvøldið spæla B36 og NSÍ framskundaðan dyst, sum eftir ætlan skuldi verða 24. august, tá 20. umfar verður spælt.