Patrik Johannesen og Eli Falkvard Nielsen eru nýggir í landsliðshópinum, og teir gleða seg til dystin ímóti Sveis, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 9. juni klokkan 19:45
Fríggjadagin 9. juni klokkan 19:45 spælir føroyska A-landsliðið við monnum sætta dystin í undankappingini til HM 2018. Mótstøðuliðið hesaferð er Sveis, sum í november í fjør vann 2-0 á Swissporarena í Luzern.
Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til dystin, og síðani mánadagin hevur liðið havt fimm venjingar á Tórsvølli. Tveir spælarar hava ikki verið partur av A-landsliðnum fyrr, talan er um Patrik Johannesen og Eli Falkvard Nielsen.
Aftaná seinastu venjingina fekk FSF Varpið orðið á Patrik og Eli, sum sjálvandi gleða seg til stóru uppgávuna ímóti sveisarum, og teir vónandi eisini at fáa nakrar minuttir á vøllinum.