VIDEO: Við teprum 1-0 sigri á 07 Vestur mikukvøldið, hevur Skála tryggjað sær pláss í EFFO-deildini komandi ár. Í Havn vann B68 2-1 á B36, og er nú nummar 2 í næstbestu deildini hjá monnum
Hóast fimm umfør framvegis eru eftir at spæla í 1. deild hjá monnum, er longu greitt, at Skála hevur tryggjað sær uppflyting til EFFO-deildina komandi ár.
Mikukvøldið varð 22. umfar í næstbestu deildini spælt. Á heimavølli vunnu skálamenn 1-0 á 07 Vestur, og í Havn vann B68, ið er triðja liðið, ið stríðist fyri uppflyting, ein tepran 2-1 sigur á B36.
Úrslitini í hinum trimum dystunum í 22. umfari vóru hesi: NSÍ – B71 3-0, Víkingur – MB 7-0 og KÍ – AB 1-2.
Skála er fremst við 57 stigum, fjúrtan stig meir enn B68, ið hevur 43 stig, meðan 07 Vestur er á 3. plássi við 42 stigum.
Í FSF Varpinum hesaferð ber til at síggja málini frá dystunum á Skála og í Havn.