Her ber til at síggja øll málini í 20. umfari í EFFO-deildini. Tilsamans 15 mál vórðu skoraði í hesum umfarinum
Fyrsti dystur í 20. umfari í EFFO-deildin varð spældur fríggjadagin, tá Víkingur vann 3-1 á útivølli ímóti ÍF.

Sunnudagin vóru so hinir fýra dystirnir á skránni. B36 vann 1-0 á Toftum. TB vann 2-1 á heimavølli ímóti AB, meðan NSÍ vann 2-0 á Skála. Fimti dysturin varð spældur í Havn, har oddaliðið, KÍ vann 3-2 ímóti HB.

Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja øll málini, 15 í alt, sum vórðu skoraði í 20. umfari í EFFO-deildini 2016.