Mánadagin varð toppdystur í 1. deild hjá kvinnum. EBS/Skála tók ímóti KÍ, og úrslitið gjørdist 4-1 til felagsliðið. Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini

EB/Streymur/Skála er nýtt oddalið í fremstu deildini hjá kvinnum. Hetta gjørdist greitt mánadagin, 2. hvítusunnudag, tá felagsliðið og meistararnir seinastu nógvu árini, KÍ, møttust Undir Mýrahjalla á Skála.

 

Úrslitið gjørdist 4-1 til EBS/Skála, sum var frammanfyri 2-0 í steðginum. Men tað er rættuliga tætt millum fremstu liðini í 1. deild hjá kvinnum. Eftir 9 dystir hevur EBS/Skála 24 stig, trý stig fleiri enn KÍ, sum hevur spælt 8 dystir. Bæði liðini hava málmunin 38-8.

 

Í FSF Varpinum ber til at síggja málini í dystinum millum EBS/Skála og KÍ.